Elin á Rógvu við nýggj­ari barna­skald­søgu

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tíðindaskriv frá Bókadeild Føroya Lærarafelags

Fornt – nýggj upprunaføroysk barnaskaldsøga eftir Elina á Rógvi

Í august í ár fekk Elin á Rógvi, rithøvundur og útvarpsvertur í barnaútvarpinum í Kringvarpi Føroya, Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins fyri barnaskaldsøguna Flytifuglar. Nú er hon til reiðar við nýggjari skaldsøgu fyri børn, ið leiðir lesaran inn í ein virtuellan fantasiheim við nógvum spenningi og undurfullum sagnarverum. Leygardagin 16. novembur kl. 11 verður bókin løgd fram í sambandi við Bókadagar í Norðurlandahúsinum, har hon eisini verður til keyps.

Fornt er eitt telduspæl. Ein virtuellur fantasiheimur, har tú kanst varnast og jagstra sagnarverur í Føroyum saman við ungum úr øllum heiminum. 11 ára gamli Eiri og vinkona hansara Sólja varnast eina nýggja veru í spælinum, sum eingin nakrantíð hevur sæð fyrr! Brádliga spæla tey millum teir bestu Fornt-spælararnar í heiminum. Men okkurt er ikki heilt, sum tað sær út til at vera …

Fornt er ein spennandi søga, sum snýr seg um tað flótandi markamótið millum veruleika, telduspøl og føroyskar sagnir. Silja Eystberg hevur myndprýtt, og Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bókina út. Málbólkurin er børn 10-12 ár.

Á Bókadøgum verður útgávutiltak, har Elin í samrøðu við Eilen Anthoniussen, samskipara fyri Føroyar lesa, fer at leggja bókina fram og práta um virtuellar felagsskapir og um at skriva spennandi bøkur til børn. Tiltakið verður leygardagin 16. novembur kl. 11 í Skálanum í Norðurlandahúsinum, har hon eisini verður til keyps. Bókin fæst í bókahandlunum kring landið í næstu viku. Tiltakið er alment og ókeypis!