– Eru ætlanir at varveita søguligar ljóðupptøkur og annað

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur sett landsstýrismanninum í mentamálum, Eiriki í Jákupsstovu, ein skrivligan fyrispurning at varveita søguligt tilfar.

Helgi Abrahamsen vil hava staðfest, hvussu myndugleikarnir ætla at tryggja varðveitsluna av gomlum søguligum tilfari, serliga ljóðupptøkum, sum ikki eru partur av savninum hjá Kringvarpinum.

Í Føroyum er nógv søguligt tilfar, men tað er spjatt og óskipað í posum, pappeskjum og á teldum. Talan er millum annað um ljóðupptøkur heilt aftur til ár 1900 við tónleiki og samrøðum, umframt myndir og skrivaðan tekst.

Helgi Abrahamsen heldur, at manglandi skipan hevur við sær, at almenningurin ikki hevur atgongd til tilfarið, og við tíðini kann tað fara fyri einki.

Helgi Abrahamsen spyr, hvørjir møguleikar eru fyri, at almenningurin fær atgongd til tilfarið, og hvussu langt arbeiðið er komið við at gera Savnsgull alment atkomiligt.

– Tíðin gongur, og so hvørt sum tey, ið varða av tilfarinum, fella frá, veit eingin, at tað yvirhøvur er til, og hvar tað liggur, sigur Helgi Abrahamsen í viðmerkingunum.

Fyri at fáa skipa savning og varðveitslu, er neyðugt við avgerðum um staðseting, almenna nyttu og fígging.

Við fyrispurninginum vil Helgi Abrahamsen varpa ljós á hetta týdningarmikla málið, so at arbeiðið kann koma í gongd, áðrenn tað er ov seint.