Eru íløgur orsøk til krabbamein hjá børnum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Ein nýggj verkætlan skal kanna, um ílegur eru partur av grundini til at børn í Føroyum fáa krabbamein. Tað skrivar Fróðskaparsetrið.

Øll tey, sum sambært Krabbameinsskránni, hava ella hava havt barnakrabbamein, fáa innbjóðing at vera við í hesi verkætlan.

Marin Strøm og Maria Skaalum Petersen, granskarar, hava tikið stig til verkætlanina, sum er eitt samstarv millum Deildina fyri Børn og Ung Somatik á Landssjúkrahúsinum, Heilsugranskingareindina í Sjúkrahúsverkinum, Fróðskaparsetur Føroya, Heilsustýrið og granskarar á Ríkissjúkrahúsinum.

Rebekka Blak, lækni, skal standa fyri dagliga virkseminum saman við Absalon Eysturoy, barnalækna, sum kliniskum ábyrgdara. Marnar Fríðheim Kristiansen, ph.d., verður ráðgevi í verkætlanini.

Endamálið við hesi verkætlan er at vísa á møguligar ílegur, ið kunnu elva til barnakrabbamein. Verkætlanin er eitt stórt stig í granskingini og vísir, hvussu samstarv millum stovnar kann leiða til nýggja vitan og hjálp børnum við hesi álvarsomu sjúku.


Mynd: Marnar Fríðheim Kristiansen, ph.d., Rebekka Blak, lækni, Marin Strøm og Maria Skaalum Petersen, granskarar, og Absalon Eysturoy, barnalækni, sum øll eru partur av stóru verkætlanini