Tað er lítið at ivast í, at føroyingar eru spentir til høllin við Tjarnir letur upp, og atgongumerkini til upplatingartiltakið 1. mars vóru úseld eftir fáum døgum.
Nú boðar høllin at skipað verður fyri eyka upplatingarkonsert sunnudagin 2. mars klokkan 18.30. Atgongumerkjasølan er byrjað á tjarnir.fo.
Føroya Symfoniorkseteri við heiðursgestunum Jóan Jakku Guttesen, Magnusi á Stongum og Sámali Ravnsfjall spæla á upplatingarkonsertini.
Marius Ziska og Lea Kampmann skulu eisini framføra við Føroya Symfoniorkestri undir leiðslu av Bernharði Wilkinson, dirigenti. Teitur Lassen hevur sett tónleikin hjá Leu Kampmann út til lítið orkestur.
