Tað gjørdist skjótt greitt at stóra trekkplásturi fyri jubileumskonsertini varð Jørgen Dahl, oddamaður í legendariska klaksvíksbólkinum Straight Ahead. Jørgen Dahl megnaði at fáa lív í fjøldina tá hann framførdi nýggja lagið Watch Me I’m Free, sum vit hava hoyrt nógv í seinastuni í miðlunum. Framførðslan var heilt serlig við flottum videomyndum á stórskerminum meðan Jørgen Dahl megnaði at levera eina framúr framførðslu.
Limirnir í bólkinum Straight Ahead vórðu eisini fagnaðir á pallinum, tó var tað ein eitt sindur løgin kensla, tá teir bert vóru á pallinum í eina heilt lítla løtu, og tað kendist sum stórsligni bólkurin bleiv eitt sindur niðurspældur.
Vælspælandi party-orkestur
Henning Hjalt Nicodemussen, trummuspælari og samskipari av jubileumskonsertini, megnaði at savna eitt stak professionelt orkestur við Kristoffur Mørkøre á bassi, Magna Husgaard á tangentum og Paula Reinert Poulsen á guitar. Sangarinnurnar vóru Malan Eyðunsdóttir og Laila Carlsen, og megnaðu tær at lyfta framførðslurnar upp á eitt hæggri støði, bæði sum sangarar sjálvar men eisini sum “backup” sangarar hjá øðrum framførðslum. Hóast framførðslurnar ikki vóru heilt feilfríðar, var hetta eitt vælspælandi party-orkestur, sum gjørdi sítt besta fyri at framføra sangirnar hjá gestasangarum.
Guðrið Hansdóttir, Ingi Poulsen, Paul Watchorn, Lena Andersen…
Fleiri aðrir sangarar fingu eisini høvið at framføra á jubileumskonsertini, har millum Guðrið Hansdóttir, Ingi Poulsen og Lena Andersen, og megnaðu tey eisini at fáa áhoyrarar at syngja við til tey kendastu løgini.
Afturat eyðkendu føroysku framførðslunum, og hóast festivalurin ikki hevur nógv útlendskt at bjóða í ár, vóru tvey útlendsk nøvn á stóra palli til hesa stórslignu fagnaðarløtu. Paul Watchorn trein á pallin og byrjaði at spæla eyðkendu “sing-along” løgini Molly Malone og Wild Rover, og fjøldin var beinaveg klár at syngja við. Afturat sær hevði Paul Watchorn okkara egna dugnaliga Benjamin Petersen. Benjamin Petersen spældi mandolin saman við írska fólkasangaranum Paul Watchorn, og lyfti hetta framførðsluna upp á eitt heilt serligt støði, tí mandolinin hevði eina heilt serliga kenslu afturat sær og riggaði hon ógvuliga væl saman við eyðkendu røddini hjá Paul Watchorn.
Seinni kom Matthías Matthíasson, betri kendur sum Matti Matt, á pallin og framførdi stórhitt hjá bólkum sum Twisted Sisters, Europe og Lukas Graham og fleiri, við einari ótrúligari líkheit til uppruna sangararnar. Malan Eyðunsdóttir og Laila Carlsen gjørdu eisini eitt framúr arbeiðið hesum viðvíkjandi, við sínum framførðslum av sangum hjá Roxette, Zara Larsson og øðrum.
Hóast løturnar millum framførðslurnar á stórapalli vóru heldur langar og klombrutar av og á, var hugurin góður á Vágsbøði hesa løtu við góðum tónleiki.