Seinnapartin í dag fer arbeiðið at byggja røktarheim í Stórubrekku í Hoyvík í gongd.
Klokkan 15.00 verður hátíðarhald, har Elsa Berg, borgarstjóri, setur hakan í og heldur røðu. Eisini fer Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í heilsu- og eldranevndini, at siga nøkur orð.
Røktarheimið verður størsta av sínum slag í Tórshavnar kommunu, við 64 búplássum, dagtilboði til 50 heimabúgvandi eldri og 16 røktaríbúðum.
Íbúðirnar eru tær fyrstu av sínum slagi í Føroyum, serliga innrættaðar við hentleikum og knýttar at heimatænastuni, sum veitir røkt alt samdøgrið.
Røktarheimið skal samvirka við rehabiliterings- og umlættingardeplinum URD og er sniðgivið við heimligum og tryggum karmum. Eisini verður stórkøkur og fysio- og ergoterapi partur av bygninginum.
Articon vann útboðið við einum tilboði upp á 296 milliónir krónur, og metta byggitíðin er tvey ár og átta mánaðir.
Heimið skal standa liðugt í seinnu helvt av 2027.




