Felagstøðu um Norðurlandaráðið og artiskt umboðsfólk

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Eftir ríkisfundin í Keypmannahavn í dag , høvdu Mette Frederiksen, forsætisráðharri í Danmark, og Múte B. Egede, landsstýrisformaður í Grønlandi, tíðindafund í forsætismálaráðnum. Aksel V. Johannesen, løgmaður, var ikki við á tíðindafundinum, hann fór við fyrsta flogfari til Føroya.

Tað er ikki vanligt at hava tíðindafund eftir ríkisfundin, sum verður hildin um veturin. Men av tí at støðan millum Danmark og Grønland hevur stóran áhuga, var skipað fyri tíðindafundi.

Í samrøðu við FM1 seinnapartin segði Aksel V. Johannesen, at á ríkisfundinum var millum annað tosað um føroyskan og grønlendskan limaskap í Norðurlandaráðnum, og partarnir vóru samdur um eina felags støðu. Eisini var tosað um artiska umboðsmannin hjá ríkinum, og eisini har vóru partarnir samdir.

Víðari greiddi løgmaður frá, at tosað var um støðuna í støðuna í heimnum, og aktuellu støðuna í Grønlandi og ríkisfelagsskapinum.

Um spentu støðuna í heiminum, segði Aksel V Johannesen, at vit í Føroyum ikki hava nakað beinleiðis at óttast, og at størsti vandin í løtuni helst er hybridkríggið, sum kann hava við sær álop á kaðalar og skipanir av ymiskum slagi.

Í samrøðuni segði løgmaður eisini, at arbeiði við radaranum á Sorfelli, sum eftir ætlan skuldi verða liðugt í 2028, er eitt lítið sindur seinkað, men annars gongur sum tað skal. Tað verður helst ikki liðugt fyrr enn í 2029.


Lurta eftir allari samrøðuni við Aksel V Johannesen, løgmann, niðanfyri