Fíggjarlógaruppskotið fyri 2025 skerjir játtanina til fólkaskúlan við 5,2 milliónum krónum, og eitt broytingaruppskot skarvar 900.000 krónur afturat. Verður hetta samtykt, verður játtanin skorin 7,3 milliónir krónur yvir tvey ár.
Á heimasíðuni hjá Føroya Lærarafelag ávarar Jacob Eli Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag, um, at skerjingarnar hava við sær, at umleið 15 lærarar verða færri í fólkaskúlanum komandi skúlaár. Hetta fer serliga at merkjast hjá næmingum, sum hava tørv á serligum uppmerksemi.
Fólkaskúlin hevur seinastu árini fingið fleiri uppgávur, so sum undirvísing til næmingar við serligum tørvi og føroyskum sum annaðmál, uttan at játtanin til hesar uppgávur er hækkað samsvarandi. Sambært Jacob Eli Olsen eru nýggjar uppgávur komnar fyri eini 35 milliónir krónur, men fólkaskúlin hevur fingið somu játtan sum áður.
Tað er tí sambært Jacob Eli Olsen ein stórur tørvur á fleiri lærarum og hægri játtan til fólkaskúlan, serliga við nýggjum uppgávum, ið eru vaksnar munandi. Tølini í fíggjarlógaruppskotinum vísa, at arbeiðsuppgávur til næmingar í serflokkum og føroyskum sum annaðmál eru vaksnar við knapt 35 milliónum eftir fáum árum.
Jacob Eli Olsen undirstrikar, at politiska skipanin má geva fólkskúlanum hægri játtan fyri at halda virksemið á sama stigi og megna at undirvísa næmingum í føroyskum sum annaðmál. Hann ávarar um, at skerjingar í fólkaskúlanum hava ovurhonds stórar avleiðingar fyri næmingarnar og skúlan sum heild.
Hetta setir trýst á skúlan og krevur, at játtanin til fólkaskúlan verður endurskoðað fyri at møta vaksandi uppgávunum.
Jacob Eli Olsen vónar at Løgtingið sær álvaran í støðuni og forðar fyri, at játtanin til fólkaskúlan verður skorin aftur komandi ár, tí lærararnir og næmingarnir eru veruliga trýstir.