Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard, heldur at tíðin er komin til at ‘endurskoða’ ta ‘miseydnaðu’ fiskifrøðiligu ráðgeving sum í dag er stýrandi fyri fiskivinnupolitiskar avgerðir.
“Vit eiga eisini at hyggja inneftir, eftir sjálvari ráðgevingini,” segði formaðurin í Fiskimannafelagnum í viðmerking til tíðindi um at talið á fiskidøgum nú er komið so langt niður at tað einans er ein brotpartur av tí tað var tá dagaskipanin varð sjósett í 1996.
“Við so umfatandi skerjingum og avmarking í fiskiroyndini hjá heimaflotanum, hevur man so at siga skorið inn á bein. Tað verður framvegis tosað sum um at neyðugt kann vera at skerja enn meira, og tað er burtur úr vón og viti. Teir fáu bátarnir sum eftir eru, við tí lítla dagatali teir hava – og teimum sera umfatandi friðingum sum hartil eru settar í verk – teir hótta neyvan nakran fiskastovn. Hinvegin eru tey smærru reiðaríini illa hótt av hesum endaleysu niðurskurðum. Um hetta ikki verður broytt so kunnu tey skjótt ikki halda fram í sínum virksemi. Tað er harmiligt – vit tosa ikki bert um arbeiðspláss og livibreyð men eisini um vitan sum er í vanda fyri at hvørva. Hetta er servitan og royndir sum taka nógv ár at byggja upp, ofta yvir fleiri ættarlið.”
Vinnan noyðist alla tíðina at endurnýggja seg fyri at kunna klára seg yvirhøvur, vísti Jan Højgaard á í samrøðu við FM1. “Tað hevði einki gjørt um tann fiskifrøðiliga ráðgevingin eisini endurnýggjaði seg,” legði hann afturat.
“Tíðin er farin frá 100 ára gomlum reglum og mannagongdum, har støði verður tikið í at havið er at samanbera við eina starvsstovu undir fullum eftirliti, har tað snýr seg um at endurtaka og skráseta úrslit av mátingum fyri síðan at samanbera og gera niðurstøður. Trupulleikin er, sum ein og hvør kann rokna út, at viðurskiftini á havinum eru alt ov fjøltáttað til eina slíka tilgongd. Tey viðurskifti ið til eina og hvørja tíð ávirka hvar fiskurin heldur til og ikki, kunnu neyvan uttan víðari setast í rokniark. Eisini verður gingið eftir aldargamlari, ikki vísindaliga staðfestari reglu um fiskadeyðiligheit, ið verður brúkt til at gera útrokningar eftir – tað gevur sum vera man skeivar forsagnir og skeivar niðurstøður.”
Føðin hjá fiskinum er ein annar avgerandi táttur sum eftir øllum at døma ikki verður tikin við í tí fiskifrøðiligu ráðgevingini, vísti formaðurin víðari á.
“Tey siga at tey eisini hava føðina hjá fiskinum við í teirra stovnsmetingum, men tað framgongur ikki í ráðgevingini. Og tað er ein trupulleiki, tí føðin er ein avgerandi táttur. Tað einasta tey ráða til vísir seg at vera skerjingar í fiskiskapinum. Og úrslitið aftan á allar hesar skerjingar øll hesi árini er alt annað enn nøktandi. Hetta er miseydnað og má endurskoðast.”