Fjarðastevna og FM-róður á Skála um vikuskiftið

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Um vikuskiftið verður Fjarðastevan á Skála við FM-kappróðri leygardagin .

Á stevnuni eru hugnalig og familjuvinarlig tiltøk skráni við ítrótti, tónleiki, samveru og barnaaktivitetum.

Fríggjadagin verður hoppilandið í ítróttahøllini opið frá klokkan 17.00. Klokkan 18.00 er fótbóltsdystur millum Skála og EB/Streym. Klokkan 20.00 er konsert í kirkjuni við Magna Christiansen, og seinni er Pub Quiz í høllini.

Leygardagurin byrjar við ókeypis morgunmati í bygdarsalinum í høllini á Skála, og klokkan 10.00 setur Tóra Joensen stevnuna. Onnur tiltøk leygardagin eru brotsparkskapping og gongutúrur.

Barnaróðurin byrja klokkan 13.00 og FM-róðurin klokkan 15.00.

Um kvøldið er legendudystur, hugni í bygdarsalinum og ungdómsmøti og tónleikacafé í meinigheitshúsinum.

Frá klokkan 18 til 20 selja Greek Food Befo og Sjógæti mat uttanfyri høllina á Skála

Kvøldið endar við dansi við HITMEN í bygdarsalinum.

Sunnudagin er sunnudagsskúli við vøllin á Skála og hoppilandi er opið


Skráin fyri Fjarðastevnu

Fríggjadagur 11. juli

  • 17:00–20:00: Hoppiland í ítróttahøllini á Skála
  • 18:00–19:45: Fótbóltur – Skála ÍF vs EB/Streymur (3. deild)
  • 20:00: Konsert við Magna Christiansen í Skála kirkju
  • 21:30: Pub Quiz í bygdarsalinum í høllini

Leygardagur 12. juli

  • 09:30–11:00: Morgunmatur í bygdarsalinum í høllini á Skála
  • 10:00–10:30: Setanarrøða við Tóru Joensen
  • 11:00–12:30: Brotsparksskapping á vøllinum
  • 11:00–12:30: Gongutúrur við Tummas Jacobsen
  • 13:00–15:00: FM barnaróður
  • 15:00–18:00: FM kappróður
  • 15:00–20:00: Hoppiland í ítróttahøllini
  • 18:00–22:00: Foodtrucks: Greek Food Befo og Sjógæti selja mat uttanfyri høllina á Skála
  • 19:00–20:00: Legendudystur við Skála ÍF
  • 20:00: Hugni í bygdarsalinum (dart, barr, tónleikur)
  • 20:15: Ungdómsmøti í Meinigheitshúsinum
  • 21:30: Tónleika Café í Meinigheitshúsinum
  • 23:30–03:30: Dansur við HITMEN í bygdarsalinum

Sunnudagur 13. juli

  • 14:00–15:00: Sunnudagsskúli við vøllin
  • 15:00–18:00: Hoppiland í ítróttahøllini