Fólkaflokkurin og sambandsflokkurin høvdu kunnað skipað samgongu

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Ein nýggj veljarakanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin og netblaðið Vikuskifti, vísir, at Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin framvegis høvdu fingið meiriluta á tingi um val var nú. Kanningin var gjørd hósdagin.

Fólkaflokkurin stendur til at fáa 27 prosent av atkvøðunum, ein framgongd á 8,1 prosentstig samanborið við valið í desember 2022. Tað at Fólkaflokkurin hevði fingið nýggju tingfólk.

Sambandsflokkurin fylgir við 23,8 prosentum, ein øking á 3,9 prosentstig. Sambandsflokkurin hevði fingið átta tingfólk.

Javnaðarflokkurin er hinvegin tann stóri taparin í kanningini. Flokkurin missir 7,3 prosentstig og stendur nú til 19,3 prosent av atkvøðunum. Hetta merkir, at flokkurin missir trý tingfólk og fer úr níggju niður á seks.

Tjóðveldi gongur eitt sindur fram samanborið við seinasta val og fær nú 18,6 prosent av atkvøðunum. Flokkurin varðveitir sínar seks tingsessir.

Framsókn og Miðflokkurin ganga aftur, og fáa tvey tingfólk hvør. Sjálvstýri er framvegis langt frá at fáa umboð á ting.

FlokkurProsent Tingfólk
Fólkaflokkurin27%9
Sambandsflokkurin23,8%8
Javnaðarflokkurin19,3%6
Tjóðveldi18,6%6
Framsókn4,9%2
Miðflokkurin4,6%2
Sjálvstýri1,8%0