FM1 tosaði við formannin í Víkingi, Brand Jacobsen, á middegi um seinna dystin í Champions League móti Lincoln niðir á Gibraltar, sum Víkingur má vinna. Dysturin byrjar klokkan 16.30.
Hann sigur, at menn eru klárir eftir tvær venjingar á graslíkisvøllinum
Hann sigur eisini, at tað ikki er so kvalandi heitt í dag, og vøllurin liggur á suðurspíðsinum á Gibraltar við sjógvi til allar síður, og tí er altíð eitt lot á vøllinum.
Hoyr samrøðuna við Brand Jacobsen: