Eitt av forkunnugu tiltøkunum á Mentanarnáttini í Havn í kvøld er framløga av bókini Við hond, hegni og hjarta hjá Marjuni Heimá.
Hetta er ein stásilig myndabók, har lesarin kann dýpa seg í einum ótømandi meingi av føroyskum klæðum, sum seymistovan hjá Marjuni Heimá hevur virkað síðstu árini.
Bókin er gjørd í tøttum samstarvi millum nakrar av fremstu handarbeiðskvinnum landsins og dugnaliga fotografin Amy Hansen.
Myndirnar sýna hátíðarligar lívsløtur, har spennandi litsamansetingar og vøkur mynstur geva hvørjum setti sín egna, persónliga dám.
Mallustova við Ingibjørg Jacobsen hevur samskipað útgávuna saman við Majbritt Marinardóttir Jakobsen, ið eigur og rekur Marjun Heimá. Rigmor Restorff Dam hevur skrivað tekstin, sum eisini er á enskum, og Eyðbjørg Sigurdsdóttir Andreasen hevur sniðgivið bókina.
Bókaframløgan verður í Steinatúni klokkan 19–21. Har vera livandi modellir, tónleikur og okkurt gott til góman.






