Forkunnug vitjan úr Hollywood

Skrivað

Filmshúsið og Leikararfelag Føroya

Dagfesting

Í hesum døgum fáa Filmshúsið og leikararfelagið vitjan av sjónleikaranum og sjónleikaracoach Kirk Baltz. Vitjanin er komin í lag í samstarvi við Kjartan Hansen, sjónleikara.

Kjartan hevur sum seinastu trý árini arbeitt síðuleypandi við Kirk Baltz, fyri at menna leiklutir sínar bæði á filmi og í sjónleiki, hann sigur soleiðis:

“Kirk Baltz býr í Hollywood og er kendur innan filmsvinnuna sum sjónleikari og viðurkendur sjónleikara-coach. Sum frálærari arbeiðir Kirk Baltz við leikarum, høvundum og leikstjórum um allan heim. Hann strembar eftir at styrkja leikara-teknikkir og gerast autentisk/ur í arbeiðnum, til tess at stimbra nærveruna á palli og framman fyri fototólinum.”

Tað er einki so gott sum at enduruppliva spæligleðina við sjónleiki og at finna ein hátt at geva heilanum frið, til bert at vera á pallinum og – stop acting – sum Kirk plagar at siga,” leggur Kjartan Hansen afturat.

Í sambandi við áhugaverdu vitjanina verður skipað fyri skeiði og ‘Artist Talk’. Samrøðan verður í Filmshúsinum hósdagin 13. mars frá kl. 10-12. Samrøðan fer fyri tað mesta at snúgva um samstarvið millum leikstjóran og leikarar. Moderator verður Marita Dalsgaard. Samrøðan er ókeypis og er ætlað øllum, ið arbeiða innan film og sjónleik og onnur áhugaði.
Skeiðið verður í døgunum 14. – 17. mars. Til ber at lesa meira um skeiðið á heimasíðuni hjá Filmshúsinum ffi.fo

Filmshúsið og Leikararfelag Føroya 2025