Bartal í Gongini, ið er eina helvt av súkkluhandilinum RENT A BIKE & OUTDOOR, er júst útbúgvin sum fjallasúkkluinstruktørur.
Bartal er tann fyrsti í Føroyum, sum hevur staðið útbúgvingina hjá DGI Danmark, ein útbúgving, ið kallast D-MT Bing og sum er partur av europeiskari fjallasúkkluvegleiðara-útbúgving.
Bartal hevur fleiri ára royndir her heima og á altjóða teinum og hann er til reiðar at gera tína súkkluuppliving bæði stuttligari og tryggari.
RENT A BIKE skipar fyri súklutúrum fyri føroyingum og ferðafólkum alt árið og við hesi útbúgving, verður vegleiðingin og trygdin á enn hægri støði!
Saman við Tórshavnar Súkklufelag, skipar Bartal fyri fjallasúkkluvenjing týsdagar, har øll, ið eiga eina fjallasúkklu eru vælkomin at súkkla við. Harumframt skipar Bartal saman við Tórshavnar Súkklufelag fyri fjallasúkklukappingum, har øll fjallasúkkluáhugaði kunnu luttaka.
Haldið eyga við komandi venjingum og fjallasúkkluskeiðum við Bartal á odda. Fylg við á rentabike.fo og á sosialu miðlunum fyri at fáa nýggjastu dagføringarnar og kunning um komandi tiltøk.