Baroli Music við Bárði Háberg og Óla Jógvansson, hevur skrivað og framleitt eitt lag til nýggjastu útgávuna hjá kendu barnasjónvarpsrásini Nickelodeon í USA. Útgávan er givin út í sambandi við 25 ára dagin hjá barnaklassikaranum Dora The Explorer.
Dora The Explorer er millum størstu altjóða merkini í USA, og er á støði við Lion King og Pac-Man.
Lagið, ið Bárður og Óli hava skrivað saman við Paulu Winger, eitur Anything’s Possible.
Baroli Music er føroysk tónleikafyritøka, sum framleiðir tónleik til útlendskar tónleikarar og sangarar.
Teir hava áður fingið gullheiður í USA fyri staklagið Better In Stereo, sum teir eisini skrivaðu saman við Paulu Winger. Hesin heiður verður givin, tá ið eit lag er selt í 500.000 eintøkum..
Samrøða við Bárð Háberg á FM1
