Føroyska dansivirkið Riva í Taivan

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Rannvá G. Niclasen og Vár Bech Árting umboða føroyska dansivirkið Riva á einum altjóða dansitiltaki í Taivan.

Tiltakið savnar altjóða og lokalar dansarar til undirvísing og koreografering. Sýningarnar eru 23.- og 25. januar.

Á skránni eru bæði innandura og uttandura framførslur, og millum annað verður dansað á spæliplássum, i tempulum og á kvøldmarknaðinum. Tiltakið minnir eitt sindur um ein festival við dansi, tónleiki og mati.

Í ár eru dansarar millum annað úr Týsklandi, Fraklandi, Sveis, Italia, Niðurlondum, Japan, Svøríki og Grikkalandi.

Rannvá G. Niclasen og Vár Bech Árting hava undirvíst í partnering og samtíðardansi/floorwork, og hava saman við svensku Julia Ehrstrand skapt nýggj verk. Tær framføra eisini í fleiri øðrum sløgum av dansi, frá jazz til írskan steppdans og taivanskan fólkadans.