, ,

Fótbóltsdystur førdi til kroatiskt sjálvstýri

Skrivað

FM1

Dagfesting

Undir seinna heimsbardaga varð Jugoslavia hersett av týskum og italskum herliðum. Tá kríggið endaði varð ein sosialistiskur státur settur á stovn eftir sovjetsamveldiskum leisti, har seks lýðveldi tóku seg saman í eitt samveldi: Bosnia-Hercegovina, Kroatia, Makedonia, Montenegro, Serbia og Slovenia. Josip Broz Tito var ein sterkur leiðari og niðurbardi alla hugsandi mótstøðu móti einum felagsríki.

Tito doyði í 1980 og gjøgnum øll 1980-árini stríddist Jugoslavia við ovurstóran prísvøkstur. Vantandi fíggjarligt støðufesti og vaksandi spenningar millum ymisk fólkasløg førdu til øktan sjálvstýrishug millum tey 6 lýðveldini.

Í apríl 1990 helt Kroatia fyrsta staðbundna valið í meira enn 50 ár. Kroatiski tjóðskaparflokkurin, HDZ, vann meirilutan við einum einføldum boðskapi: Fult kroatiskt sjálvstýri frá Jugoslavia! Spenningarnir øktust sostatt millum grannalondini Kroatia og Serbia, tí Kroatia ynskti fult sjálvstýri, meðan Serbia ynskti at varðveita eitt samlað Jugoslavia.

Rudda vit alt politiskt órógv burtur, so var tað framvegis eitt óført kappingarstríð millum kroatiska Dinamo Zagreb og serbiska Crvena zvezda (Reyða stjørna). Feløgini torgaðu ikki hvørt annað.

Reyða stjørna hevði vunnið jugoslavisku deildina 16 ferðir endaði og nærum ongantíð uttan fyri trý tey bestu. Hinvegin hevði Dinamo Zagreb bert vunnið 4 meistaraheiti, hóast liðið mestsum altíð var við í oddastríðnum. Seinasta jugoslaviska meistaraheitið vann liðið í kappingarárinum 1981-82.

Í stóran mun kappaðust feløgini inni á vøllinum, men fótbóltsótýggi gjørdu eisini um seg í jugoslaviskum fótbólti, har fíggjarliga óskilið og stríðsspurningurin um ríkjasamband løgdu brenni á bálið. Í 1990 vóru dystirnir millum Dinamo Zagreb og Crvena zvezda mest sum ein krúttunna ella ein ófriðardepil, men dysturin skuldi spælast  – Dinamo Zagreb ímóti Crvena zvezda á Maksimir leikvøllinum í Zagreb í jugoslavisku bestu deildini.

Rokið byrjaði beinanvegin, tá okkurt um 3000 Reyðu stjørnu fjepparar komu úr Beograd til Zagreb umvegis tok. Allastaðni varð sagt frá samanbrestum, har Reyðu stjørnu-fjeppararnir fóru. Tann stóri bólkurin varð stjórnaður av “Delije”, sum hinvegin varð stjórnaður av illa gitna Željko Ražnatović ella betri kendur sum “Arkan”. Arkan er eitt væl kent navn í fyrrverandi jugoslavisku londunum. Gjøgnum øll 1980-árini og í byrjanini av 1990-árunum stjórnaði hann Delije. Men tað broyttist, tá kríggið brast á, tí Arkan gjørdist leiðari fyri hálvhernaðarliga bólkin Serbiska Sjálvbodna Verjan.

Bólkurin stóð fyri krígsbrotsverkum um alt Jugoslavia undir krígnum í 1990-unum og teir vórðu kallaðir “Tikararnir hjá Arkan”. Fleiri víðgongd fótbóltsbølmenni býttu vígvøll og fóru uppí hjá bólkin hjá Tikarunum hjá Arkan. Tað sama var galdandi fyri “Illavorðnu Bláu Dreingirnar” hjá Dinamo Zagreb undan krígnum.

Aftur til mai 1990 og fjeppararnir hjá Reyðu stjørnu høvdu funnið fram til útivallarplássini á Maksimir leikvøllinum. Fram móti dystarbyrjan fóru pro-serbisk og anti-kroatisk herróp til steinkast, samanbrestir við løgregluna og at enda útbrot frá útivallarplássunum til høvuðsplássini. Høvuðsplássini vóru familjuøkið á Maksimir leikvøllinum, har fleiri túsund Dinamo Zagreb-fjepparar hildu til, men mest kvinnur og børn. Teir “Illavorðnu Bláu Dreingirnir” trinu inn…

Bólkurin teir “Illavorðnu Bláu Dreingirnir” varð stovnaður í 1986 og var politiski mótsetningurin hjá “Delije”.

Tá Red Star-fjeppararnir høvdu brotið inn á høvuðsplássini, vildu teir Illavornu bláu Dreingirnir sleppa at “heilsa” upp á teir og tað førdi sjálvandi til samanbrestir við løgregluna.

Okkurt um 10 minuttir undan dystarbyrjan sluppu teir Illavorðnu bláu Dreingirnir inn á vøllin. Møguleikarnir fyri einum fótbóltsdysti hvurvu, og skjótt hvurvu embætisfólkini og leikararnir niður í leikaratunnilin. Allur leikvøllurin var nú ein vígvøllur, har løgreglan, teir Illavorðnu bláu Dreingirnir og Delije bardust hvørt við annað. Maksimir-bardagin stóð í ljósum loga.

Maksmir-bardagin fór um allan heimin, men tað er ein mynd, sum skarar framúr. Liðskiparin hjá Dinamo Zagreb, Zvonimir Boban, rýmdi ongan veg og varð verandi eftir úti á vøllinum. Boban varnaðist, at løgreglan var heldur ov ágrýtin at banka ein Dinamo-fjeppara við einum gassa, meðan hann lá á vøllinum. Boban handlaði.

Hann rann yvir og sparkaði løgreglumannin, sum hevði lagt á fjepparin, so hann small niður á vøllin. Gerðin varð fangað á upptøkum og Boban gjørdist ein kroatisk tjóðarhetja og ein tjóðskaparmaður í stríðnum ímóti pro-serbisku løgregluni. Myndin er væl kend og fyri nógvar kroatar ein lyklastøða fram móti sjálvstýri.

Zvonimir Boban fekk eitt seks mánaðar bann frá jugoslaviska fótbóltssambandinum, sum hevði við sær, at hann ikki slapp við til HM 1990 í Italia. Heldur undranarsamt slapp hann aftur at spæla fyri Jugoslavia, tá ið hann hevði sitið bannið. Hann endaði við at hava eitt væleydnað tíggjuáraskeið við AC Milan og umboðaði Kroatia, ta teir sluppu uppí FIFA sum nýggj sjálvstýrandi tjóð.

Fleiri enn 60 fólk fingu álvarsamar skaðar undir bardaganum, har fólk vórðu skotin, stungin, bukaði, trampaði og fingu táragass. Á ein undursaman hátt varð ongin dripin inni á leikvøllinum henda dagin, men fólk í hópatali vórðu fongslaði.

Politiska avleiðingin var risastór. Fólk peikaði fingrar eftir hvør øðrum og ástøði fingu góð gróðrarlíkindi. Til dømis eru nógvir kroatar sannførdir um, at jugoslaviska stjórnin, løgreglan og Delije stóðu aftan fyri stríðið. Fyri at taka grundarlagið undan HDZ við at vísa, at teir megnaðu ikki at stýra á heimavølli. Pro-serbiska løgreglan skuldi eisini fara “lætt um” Reyðu stjørnu-fjeppararnir, meðan teir løgdu áherðslu á at syrgja fyri, at Dinamo-fjeppararnir stýrdu sær.

Maksimir-bardagin var kortini bert ein partur av einari røð av hendingum, sum førdu til borgarakríggið. Bardagin inni á Maksimir-leikvøllinum avspeglaði bert samfelagsrembingarnar.

Í juni 1990 róptu stóra kroatiska áskoðarafjøldin ókvæmisorð, meðan tjóðsangurin varð spældur undan einum landsdysti. Í september 1990 setti kroatiskir fjepparar frá Hajduk Split eld á jugoslaviska flaggið og róptu um kroatiskt sjálvstýri undir einum dysti í Split. Fótbóltur spældi ein týðandi part við at gera vart við politiskar spenningar og kyndi í logan undan, at kríggið brast á í mars 1991.

Uttan fyri Maksimir-leikvøllin stendur ein minnistalva til minnis um bardagan og allar Dinamo Zagreb-fjeppararnir, sum stríddust fyri kroatisku sjálvstýri. Minningarhald verður hildið á leikvøllinum hvønn 13. mai.

Reyða stjørna vann seinastu trý meistaraheitini, áðrenn jugoslaviska deildin varð upployst, tá kríggið brast á í 1992. Harumframt hevði felagið júst vunnið Europa Cup fyri meistaralið í 1991, men borgarakríggið tók møguleikan frá besta jugoslaviska landsliðnum nakrantíð, tí liðið hevði júst vunnið seg til EM 1992 í Svøríki. Í teirra stað fekk Danmark møguleikan og restin er søga…