Frændafundur í Havn

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í hesum døgum er Frændafundur í Havn. Hetta er tvørfaklig ráðstevna, sum er fyriskipað í samstarvi millum Fróðskaparsetur Føroya og Háskola Íslands. 

Triðja hvørt ár verður skipað fyri ráðstevnu í ávikavist í Føroyum og Íslandi. Í ár er ráðstevnan í Havn. Evnið á Frændafundinum í ár er Burðardygd sum kumpass – Hvussu vísir hugtakið burðardygd seg í ymsum vísindagreinum?  

Móttøka var í Müllers Pakkhúsi seinnapartin í gjár, har Elsa Berg, borgarstjóri, helt røðu.

– “Fyri tólvtu ferð hittast íslendskir og føroyskir granskarar á Frændafundi – hesaferð í Føroyum. Hetta vísindaliga samstarv hevur í ár 35 ár á baki, av tí at rektaraavtalan varð undirskrivað í 1990. Hetta var fyri okkum í Føroyum eitt serligt ár, tí Fróðskaparsetur Føroya helt síni fyrstu 25 ár. Samstundis gjørdist Fróðskaparsetrið lærdur háskúli ella universitet, sum tað meira altjóða eitur.

– Skuldi alt hetta hátíðarhaldast á besta hátt, var einki meira upplagt enn at hava íslendingar við. Burtur úr tí kom so henda avtalan millum Fróðskaparsetur Føroya og Háskóla Íslands. Fyrst og fremst var tað fyri at fremja samstarv millum granskarar í Føroyum og Íslandi. Ítøkiliga úrslitið av tí varð ráðstevnan Frændafundur, sum á fyrsta sinni varð í Íslandi í 1992. Síðani hevur Frændafundur verið triðjahvørt ár, aðruhvørja ferð í Føroyum og Íslandi.

– At burðardygd er yvirskriftin fyri Frændafundin hesaferð, ger júst hesa ráðstevnuna serliga aktuella. Burðardygd er sjálvt lyklaorðið, skulu vit sum samfeløg roynast til gagns fyri komandi ættarlið. Tað liggur á okkum, at menningin ongantíð verður so stór, at natúrliga tilfeingið skal rinda prísin. Tí ræður eisini um at vita, hvussu vorðið er við burðardygd í teimum ymsum vísindagreinunum. At júst hetta í breiðari merking er yvirskriftin fyri Frændafundin, boðar frá góðum. Har, sum vit kunnu gera mun, kunnu vit ikki lata standa til.

– Onkursvegna er tað so upplagt at bjóða okkara íslendsku gestum vælkomnum júst her í Müllers Pakkhúsi. Her gjørdu sluppirnar seg klárar at fara til Íslands, har føroyingar altíð hava verið verið vælkomnir.

Takk fyri, at tit lýddu á, og enn einaferð: Vælkomin á Frændafund og vælkomin til Havnar.”