Framtak er við í 19 fyritøkum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Framtak sigur í tíðindaskrivi, at grunnurin hevði eitt gott ár í 2024 við einum vinningi eftir skatt á 21,4 milliónir krónur. Tað gevur eitt miðaleginpeningsavkast á 23,8 prosent, sum er væl omanfyri málið hjá nevndini á 10 prosent.

Við ársenda 2024 hevði Framtak partapening í og hevði veitt lán til tilsamans 19 føroyskar fyritøkur. Kapitalurin hækkaður í fýra feløgum, ein nýggj íløga gjørd í eitt felag, og trý ábyrgdarlán veitt.

Leiðslan metir, at áhugin hjá føroyskum fyritøkum fyri partapeningi og lánum tykist vaksandi. Tí verður væntað økt virksemi í 2025, serliga innan smáar og miðalstórar fyritøkur.

Stjórin, Ben Arabo, sigur:
– Vit eru sera væl nøgd við avkast og úrslit í 2024. Góða avkastið gevur Framtak øktar møguleikar fyri at gera nýggjar íløgur í føroyskt vinnulív.

Framtak er ein sjálvstøðugur vinnurekandi grunnur, sum stuðlar fyritøkum, ið ganga nýggjar leiðir.

Endamálið er at virka sum ígongdsetari og viðspælari, og at selja íløgur, tá ið tær hava givið nøktandi avkast.

Í nevndini eru Christian Danielsen, sum er formaður, Rúnar Reistrup, næstformaður, Kristine Ellingsgaard, Guðrið Højgaard og Marita Rasmussen.


Íløgur hjá Framtaki

(Kelda: framtak.fo)

  • Intra
  • Meira av tí góða
  • Data Quality Systems
  • Nemlia
  • Petur Larsen
  • P/F Seiggi
  • Føroyskt handverk
  • P/F iNOVA
  • P/F Smyril Line
  • Spírar & sporar
  • Spinnaríið við ánna
  • Sp/f Faroe Film
  • Fríða Kaffihús
  • Navigare
  • Sp/f Røkt
  • FarPay
  • Skansi Offshore