Framvísing av føroyskum klæðum á Glasi

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

2. árs klædnanæmingar á Glasi hava í seinastuni arbeitt við føroyskum klæðum. Tað skrivar heimasíðan hjá Glasi.

Tey hava lært um føroyska klædnamentan í søguligum høpi og hava síðan tilevnað síni egnu, persónligu føroysku klæði.

Troyggir eru gjørdar, bond bregdaði og bryst, skjúrt og kýsar seymaðir.

Hetta hevur verið ein áhugaverd og spennandi tilgongd, og fríggjadagin 24. januar fekk allur skúlin høvi at síggja úrslitið av hesum, tá næmingarnir sýndu fram klæði teirra úti í Atrium á Glasi.