Undirvísingarstrýrið boðar frá, at Fríðbjørg Sunadóttir Fríðheim er sett í starv sum skúlastjóri í Skúlanum á Trøðni. Hon tekur við eftir Jan Christiansen, sum fer frá við eftirløn í heyst.
Fríðbjørg er útbúgvin lærari og hevur serlæraraútbúgving umframt diplom í námsfrøðiligari leiðslu. Hon hevur drúgvar undirvísingarligar royndir sum lærari, serlærari og skúlastjóri í Føroyum og Danmark. Í løtuni er hon varaskúlastjóri í Kollafjarðar Skúla.
Skúlin á Trøðni er einasti serskúli í Føroyum og hevur umleið 60 næmingar í aldrinum 7 til 18 ár.
Skúlin hevur umleið 45 starvsfólk, bæði lærarar og námsfrøðingar. Fríðbjørg tekur við starvinum 1. august 2025 og fer saman við starvsfólkunum at skapa tryggar og mennandi karmar um næmingarnar.
11 umsóknir vóru til starvið. Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Fríðbjørg í starv sum skúlastjóra.
Jan Christiansen hevur verið skúlastjóri síðan 2005, tá ið skúlin kom aftur á fíggjarlógina sum sjálvstøðugur skúli.
Komandi skúlaár byrjar eitt heildagstilboð til næmingar í ovastu lon. Fríðbjørg Fríðheim skal sum nýggjur skúlastjóri tryggja fakliga menning, trivnað og fíggjarstýring, umframt at samskipa heildagstilboðið sum eina eind millum skúlagongd og frítíðartilboð.
Skúlin á Trøðni er serliga skikkaður til at veita undirvísing og stuðul til næmingar við ymiskum tørvi.
Skúlin byrjaði í 1962 sum Statens skole for høre- og talelidende. Bert 6 næmingar vóru fyrsta árið. Upprunaliga var skúlin danskur, men gjørdist almennur føroyskur skúli í 1990.