Frimodt Rasmussen komin í nevndina í Arbeiðsgevarafelagnum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Á aðalfundinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag fyrrakvøldið var ein broyting í nevndini.

Jóhanna á Bergi valdi ikki at stilla upp aftur. Hon fekk tøkk frá aðalfundinum fyri sítt arbeiði sum nevndarlimur.

Í hennara stað varð Frimodt Rasmussen, stjóri í KSS, valdur sum nýggjur nevndarlimur. Odd Eliasen og Ólavur Bjarkhamar vórðu afturvaldir.

Nevndin skipaði seg eftir fundin. Jón Sigurdsson heldur fram sum formaður og Høgni Hansen sum næstformaður. Formansskapurin er sostatt óbroyttur.

Í framløguni hjá nevndini frá farna ári varð greitt frá støðuni og útlitunum í vinnuni.

Har varð serliga dentur lagdur á hækkandi kostnaðin at reka vinnu, og á at tørvur er á effektiviseringum av almenna geiranum.

Nevndin tók eisini undir við, at meira ferð má fáast á grøna orkuskiftið.