Frítíðarskúlar skulu hava opið, hóast skúlar hava frí

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Í framhaldi av eini klagu um frítíðartilboð til børn í skúlaaldri, umhugsaði løgtingsins umboðsmaður at taka upp mál av egnum ávum yvir fyri Barna- og útbúgvingarmálaráðnum um, í hvønn mun kommunur hava skyldu at veita skúlabørnum ansing, tá skúlafrí er.

Í dagstovnalógini er ásett, at dagstovnar og dagrøktir hava opið gerandisdagar í dagtímunum. Sambært dagstovnalógini fevnir hugtakið “dagstovnur” eisini um millum annað frítíðarheim ella frítíðarskúlar.

Umboðsmaðurin ynskti at vita, hvussu ráðið tulkar greinina um at hava opið í dagstovnalógini, og hvørjar skyldur ráðið metir, at ásetingin áleggur kommununum í sambandi við upplatingartíðir hjá frítíðarheimum ella frítíðarskúlum.

Barna- og útbúgvingarmálaráðið greiddi frá, at teirra fatan er, at frítíðarskúlar ella frítíðarheim á ein heilt serligan hátt eru tengdir at skúla og skúlagongd. Upplating av hesum tilboði kann tí eisini fylgja skúlatíð.

Barna- og útbúgvingarmálaráðið vísti harumframt á, at dagstovnalógin skal dagførast í næstum, og tá verður greinin um upplatingartíðir eisini viðgjørd og nágreinað, so ivi ikki verður um, hvat greinin inniber.

Umboðsmaðurin er kortini ikki samdur í hesari tulking av dagstovnalógini. 

Umboðsmaðurin heldur, at tá ið frítíðarheim av lóggávuvaldinum eru sett inn í dagstovnalógina, mugu tey metast at vera umfatað av greinini í dagstovnalógini um, hvussu dagstovnar hava opið, uttan so at serligar ásetingar ella undantøk eru gjørd viðvíkjandi teirra upplatingartíðum.

Um so er, at ásetingin um at hava opið gerandisdagar einans skal umfata skúladagar í mun til frítíðarheim, eigur tað at vera greiðari ásett í lógini, at frítíðarheim eru tengd at fólkaskúlanum og frídøgunum har, sigur umboðsmaðurin.

Umboðsmaðurin kunnaði Barna- og útbúgvingarmálaráðið um hetta, men ger ikki meira við málið við tað, at Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur upplýst, at dagstovnalógin skal dagførast í næstum.