Í dag hevði William Heinesen rithøvundur og listamaður verið 125 ár. Í tí sambandi skipar Listasavn Føroya fyri fyrilestri sunnudagin klokkan 17.
Tað verður Bergur Rønne Moberg, lektari, Ph.D. á Københavns Universitet, sum fer at halda fyrilesturin við heitinum At byggja, hugsa og droyma heimin forfrá – Føroyar sum upprunaheimur í lívsverki William Heinesens.
Listasavnið skrivar soleiðis um fyrilesturin:
– Í einari tíð við tveimum heimskríggjum og vápnadubbing kendi William seg noyddan at venda aftur til eina meira sakleysa tíð og eitt meira upphavligt rúm. Hann fann sakloysi og uppruna allastaðni, og hesi fingu eisini seinastu orðini í hansara lívi: Alt er endnu i vorden, sum er áskriftin á gravsteininum hjá Williami og Elisu.
Fyrilesturin lýsir, hvussu William sendir tilveruna og sítt egna lív inn í føroyska søgu og út í heimsbókmentaliga ringrás. William verður eisini lýstur sum mentanarberi og mentanarbrótari í einari broytingartíð og sum fremsta tjóðarikon Føroya.
Tiltakið er ókeypis, og gestir hava møguleika at vitja føstu framsýningina á Listasavninum, har fleiri verk eftir William Heinesen eru at síggja. Fyrilesturin er ein partur av einari røð av tiltøkum, sum Listafelag Føroya skipar fyri í samstarvi við Listasavn Føroya.