Fyrsta námsætlan í seksualundirvísing til hoyringar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Námsætlanin í kravda undirvísingarevninum heilsukunnleiki og seksualupplýsing er nú send til hoyringar. Tað skrivar Skúlablaðið á netinum.

Lærarar, sum undirvísa í hesum evnum, fáa nú fyri fyrstu ferð eina námsætlan. Nám, sum arbeiðir við at dagføra námsætlanir í skúlaverkinum, sendi námsætlanina út til hoyringar í farnu viku.

Nýggju námsætlanirnar koma í gildi frá komandi skúlaári. Í námsætlanini fyri heilsukunning og seksualupplýsing verður greitt frá, hvat næmingarnir skulu ígjøgnum á ymsu floksstigunum. Til dømis skulu næmingar á 1.-3. floksstigi læra um heilsu og trivnað, meðan næmingar á 4.-6. floksstigi læra um normar, hugsjónir og rættindi. Á 7.-9. floksstigi verður arbeitt við heilsupolitikki og ójavna í samfelagnum.

Skúlablaðið skrivar, at lóggávan ásetur, at heilsukunnleiki og seksualupplýsing er kravt undirvísingarevni í fólkaskúlanum, men enn er ikki greitt, hvussu og nær tað skal undirvísast.

Námsætlanirnar eru knýttar at støðisnámsætlanini, sum kom í gildi 1. august 2023.

Tey, sum vilja gera viðmerkingar til námsætlanirnar, skulu gera tað áðrenn 21. januar 2025.