Kaleo, Hamradun og Hallur Joensen eru á skránni leygardag, Emiliana Torrini, Eivör og
Lewis Fitzgerald fríggjadag meðan Trentemöller, DakhaBrakha og Hatari spæla hósdag. Hetta er nakað av tí, ið er greitt, nú dagsskráin fyri G! 2025 verður kunngjörd.
Samstundis setur G! eitt avmarkað tal av dagsatgongumerkjum til sölu á gfestival.fo.
Hesi atgongumerki eru ætlað teimum, ið hava hug at fara á G! ella hug til at hoyra okkurt av növnunum á G! uttan at kunna luttaka á festivalinum allar dagarnar.
Tað hevur longu verið greitt í eina tíð, at Beinir byrjar G! veitsluna á stóra palli hóskvöldið 17. juli. Men nú eru dagar settir á allar 57 framförslurnar og upplivingarnar, ið verða í Syðrugötu dagarnar 17. -19. juli.


