Skúla FM var í høllini á Giljanesi í farnu viku. Næmingar úr framhaldsdeildunum kappaðust í íverksetan í kappingini, sum Íverksetarahúsið skipar fyri.
Vinnarin gjørdist bólkurin Bygd til bý úr Eysturskúlanum við borðspælinum, sum lærir um føroyska søgu, mentan og landalæru. Spælið, sum ber sama navn sum bólkurin, varð róst av dómarunum fyri at vera gjøgnumhugsað, lærandi og spennandi.
Næmingarnir, Anna Helena, Signa, Bjalla og Fía, hava sett sær fyri at menna kunnleikan um føroyska mentan hjá børnum, tí tey halda, at børn í dag vita ov lítið um føroyskar søgur og sagnir.
– Vit hava gjørt eitt borðspæl, sum skal læra fólk um føroyska søgu, mentan og landalæru, siga tær.
Nummar tvey gjørdist bólkurin Aurum úr Skúlanum við Løkin og Tofta Skúla, sum hevur ment ullhelsir úr reinari føroyska ull, meðan nummar trý gjørdist ECOOP frá NámX við prýðislutum úr endurnýttum tilfari.
Vinnandi bólkurin sleppur nú at luttaka í Next Level kappingini í Kolding í Danmark tann 25. apríl. Harumframt fingu tær ein stuðul upp á 10.000 krónur frá Betri Banka og Føroya Tele. Nummar tvey og trý vunnu ávíkavist 1.500 og 1.000 krónur.
