Gidsel og Reistad eru heimsins bestu hondbóltsspælarar annað árið á rað

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Liðfelagin hjá Hákuni West av Teigum í Füchse Berlin, danski hondbóltsleikarin Mathias Gidsel, er fyri aðru ferð á rað valdur til heimsins besta hondbóltsspælara. Tað kunngjørdi altjóða hondbóltssamgongan, IHF, í dag.

26 ára gammli Gidsel hevur við sínum serstaka kvika spælistíli verið ein av høvðusorsøkunum til, at danska manslandsliðið í 2024 vann EM-silvur og OL-gull. Haraftrat var hann í OL útnevndur til bæði toppskjútta og besta spælara í kappingini, ofta róptur “MVP”.

Gidsel hevur eisini gjørt stóran mun í Füchse Berlin, sum hevur staðið seg so væl, at liðið er komið í Champions League.

Hetta er eisini fimta ferð á rað, at ein dani verður valdur sum heimsins besti hondbóltsspælari hjá monnum.

Hjá kvinnum er norska Henny Reistad eisini heimsins besti hondbóltsleikari aðru ferð á rað. Reistad fekk stóran part av atkvøðunum bæði frá fjepparum og venjarum. Hon var lykilspælari hjá Noregi, sum vann OL- og EM-gull, og hon var toppskjútti í Champions League við danska felagnum Team Esbjerg.

Renārs Uščins úr Týsklandi og Petra Simon úr Ungarn vunnu heiðrarnar sum bestu ungu spælarar.

Heimsins besti hondbóltsspælari hjá monnum síðan 1988

  • 1988: Veselin Vujović, Jugoslavia, vinstri bakkur
  • 1989: Kang Jae-Won, Suðurkorea, høgri bakkur
  • 1990: Magnus Wislander, Svøríki, miðbakkur
  • 1991: Eingin valdur
  • 1992: Eingin valdur
  • 1993: Eingin valdur
  • 1994: Talant Dujshebaev, Russland, miðbakkur
  • 1995: Jackson Richardson, Frakland, miðbakkur
  • 1996: Talant Dujshebaev (2), Spania, miðbakkur
  • 1997: Stéphane Stoecklin, Frakland, høgri bakkur
  • 1998: Daniel Stephan, Týskland, vinstri bakkur
  • 1999: Rafael Guijosa, Spania, vinstri vongur
  • 2000: Dragan Škrbić, Jugoslavia, strikuspælari
  • 2001: Yoon Kyung-Shin, Suðurkorea, høgri bakkur
  • 2002: Bertrand Gille, Frakland, strikuspælari
  • 2003: Ivano Balić, Kroatia, miðbakkur
  • 2004: Henning Fritz, Týskland, málverji
  • 2005: Arpad Šterbik, Serbia og Montenegro, málverji
  • 2006: Ivano Balić (2), Kroatia, miðbakkur
  • 2007: Nikola Karabatić, Frakland, miðbakkur
  • 2008: Thierry Omeyer, Frakland, málverji
  • 2009: Sławomir Szmal, Pólland, málverji
  • 2010: Filip Jícha, Kekkia, vinstri bakkur
  • 2011: Mikkel Hansen, Danmark, vinstri bakkur
  • 2012: Daniel Narcisse, Frakland, miðbakkur
  • 2013: Domagoj Duvnjak, Kroatia, miðbakkur
  • 2014: Nikola Karabatić (2), Frakland, miðbakkur
  • 2015: Mikkel Hansen (2), Danmark, vinstri bakkur
  • 2016: Nikola Karabatić (3), Frakland, miðbakkur
  • 2017: Ongin úttalning
  • 2018: Mikkel Hansen (3), Danmark, vinstri bakkur
  • 2019: Niklas Landin Jacobsen, Danmark, málverji
  • 2020: Eingin valdur
  • 2021: Niklas Landin Jacobsen (2), Danmark, málverji
  • 2022: Eingin valdur
  • 2023: Mathias Gidsel, Danmark, høgri bakkur
  • 2023: Mathias Gidsel (2), Danmark, høgri bakkur

Heimsins besti hondbóltsspælari hjá kvinnum síðan 1988

  • 1988: Svetlana Kitić, Jugoslavia, miðbakkur
  • 1989: Kim Hyun-Mee, Suðurkorea
  • 1990: Jasna Kolar-Merdan, Eysturríki, vinstri bakkur
  • 1991: Eingin valdur
  • 1992: Eingin valdur
  • 1993: Eingin valdur
  • 1994: Mia Hermansson, Svøríki, miðbakkur
  • 1995: Erzsébet Kocsis, Ungarn, strikuspælari
  • 1996: Lim O-Kyeong, Suðurkorea, miðbakkur
  • 1997: Anja Andersen, Danmark, vinstri bakkur
  • 1998: Trine Haltvik, Noreg, miðbakkur
  • 1999: Ausra Fridrikas, Eysturríki, vinstri bakkur
  • 2000: Bojana Radulović, Ungarn, høgri bakkur
  • 2001: Cecilie Leganger, Noreg, málverji
  • 2002: Zhai Chao, Kina, miðbakkur
  • 2003: Bojana Radulović (2), Ungarn, høgri bakkur
  • 2004: Anita Kulcsár, Ungarn, strikuspælari
  • 2005: Anita Görbicz, Ungarn, miðbakkur
  • 2006: Nadine Krause, Týskland, vinstri bakkur
  • 2007: Gro Hammerseng, Noreg, miðbakkur
  • 2008: Linn-Kristin Riegelhuth, Noreg, høgri vongur
  • 2009: Allison Pineau, Frakland, miðbakkur
  • 2010: Cristina Neagu, Rumenia, vinstri bakkur
  • 2011: Heidi Løke, Noreg, strikuspælari
  • 2012: Alexandra do Nascimento, Brasil, høgri vongur
  • 2013: Andrea Lekić, Serbia, miðbakkur
  • 2014: Eduarda Amorim, Brasil, vinstri bakkur
  • 2015: Cristina Neagu (2), Rumenia, vinstri bakkur
  • 2016: Cristina Neagu (3), Rumenia, vinstri bakkur
  • 2017: Eingin valdur
  • 2018: Cristina Neagu (4), Rumenia, vinstri bakkur
  • 2019: Stine Bredal Oftedal, Noreg, miðbakkur
  • 2020: Eingin valdur
  • 2021: Sandra Toft, Danmark, málverji
  • 2022: Eingin valdur
  • 2023: Henny Reistad, Noreg, vinstri bakkur
  • 2024: Henny Reistad (2), Noreg, vinstri bakkur