Góði veljari

Skrivað

Elin Heðinsdóttir Joensen

Dagfesting

Seinastu vikurnar havi eg víst á, hvørjum eg vil arbeiða við, um eg verði vald inn í býráðið í Tórshavnar kommunu, og hvat eg haldi eigur at verða gjørt á ymsu økjunum.

Til dømis innan: børn og ung, sjálvboðið arbeiði, eldraøkið, umhvørvið, grønan politikk og bústaðarmøguleikar.

Nógv gott er hent seinastu árini, og verandi samgonga hevur fingið ótrúliga nógv av skafti. Við Javnaðarflokkinum veitst tú, at tað hendir ein rúgva – og at hond verður tikin um tað, sum treingir til.

Eg vil halda fram við góða arbeiðinum, men samstundis seta mín egna dám á og koma við nýggjum hugsanum og loysnum.

Eg vóni, at tú stuðlar mær týsdagin, so vit í felag kunnu gera tað enn betri at búgva her í verðins bestu kommunu.

Tí í Tórshavnar kommunu skulu vit trívast,

Gott val øll somul,

Elin Heðinsdóttir Joensen, valevni fyri Javnaðarflokkin