Gongd er sett á umvæling á Frælsinum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Mánadagin vitjaði Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, á Fróðskaparsetri Føroya fyri at fáa innlit í umvælingina av gomlu skúlabygningunum á Frælsinum. Tað skrivar Barna- og útbúgvingarmálaráðið á heimasíðu síni.

Landsstýrismaðurin heilsaði upp á Selmar Nielsen, arkitekt, og hansara fólk, sum hava ábyrgd av at gera heildarætlanina fyri høvuðsumvælingina av bygningunum og økinum rundan um.

Verkætlanin verður gjørd stigvíst, har lonirnar verða umvældar ein fyri og onnur eftir, og fyri hvørja lon verður royndirnar tiknar við í umvælingina av tí næstu.

Í løtuni verður arbeitt í lon 5, sum vendir móti gamla parkeringsplássinum. Tað arbeiðið verður liðugt næsta summar.

Landsverk kunngjørdi fyrr í heyst, at arkitektafelagið SNA hevði vunnið uppgávuna at gera heildarætlanina fyri umvælingina. SNA hevur royndir við líknandi verkætlanum, millum annað við lestrarheiminum Finsen.

Á Frælsinum í gjár fekk Djóni Nolsøe Joensen kunning frá SNA um arbeiðsgongdina og at samrøður verða gjørdar við allar brúkarabólkar. Bygningurin skal vera burðardyggur og atkomiligur fyri øll, og lonirnar skulu bindast betur saman. Útanduraøki skulu stimbra trivnað og kreativitet.

Umráðandi er eisini, at umvældi bygningurin passar saman við nýggja felagsbygninginum, sum í løtuni verður projekteraður av Henning Larsen North Atlantic.

Nú verður ein samlað ætlan gjørd fyri framtíðarnýtsluna av bygningunum hjá Fróðskaparsetrinum, áðrenn hildið verður fram um við umbyggingini.