Eysturkommuna skrivar, at í góðveðrinum í seinastuni hava starvsfólk á Tjóðsavninum gingið aftur og fram, bøk fyri bøk, við Bønhústoftina í Leirvík.
Tey hava gjørt kanningar við GPR-tóli (Ground Penetrating Radar), ið kann visa á, hvat finst undir moldini.
Arbeiðið er raðfest í samband við, at gøta skal gerast runt um toftina so, at tað verður bæði høgligari og hugnaligari hjá fólki at spáka sær ein túr.