Tað var ein stór avgerð, tá Koks í desember í 2021 kunngjørdi, at kenda matstovan flutti til Grønlands, eftir at Koks ikki kundi halda fram í verandi karmum í gomlu smiðjuni frammi við Gjónna við Leynavatn.
Men hóast kenda matstovan flutti úr Føroyum, so hevur tað ikki kostað á stjørnusíðuni. Tí í gjár vórðu tær vælkendu Michelin-stjørnurnar deildar út, og her varðveitti Koks báðar sínar Michelin-stjørnur og grønu stjørnuna í ár.
Hetta fór fram í Turku í Finnlandi, ið var karmur fyri árliga Michelin-tiltakinum í ár.
Og tað hevur nógv at siga fyri Koks, at matstovan varðveitti sínar stjørnur.
– Vit eru glað og errin yvir, at vit hava fingið hesa viðurkenning. Tað er nógv hart arbeiði og nógvir tímar, sum liggur í hesum, so tað merkir ótrúliga nógv fyri okkum, at vit kunnu varðveita okkara tvær stjørnur, sigur høvuðskokkurin í Koks, Poul Andrias Ziska við Sermitsiaq.
Er nú ein grønlendsk matstova
Koks hoyrir vanliga til heima í Føroyum, men er fyribils flutt til Ilimanaq, sunnanfyri Ilulissat. Matstovan læt upp í fjør, so í ár er næsta árið hjá Koks í Grønlandi. Matstovan hevur flutt heimstað, og av tí sama sær Koks seg nú sum eina grønlendska matstovu, men sambært Michelin-fólkunum, so er matstovan enn føroysk.
– Vit høvdu sjálvandi vónað, at vit komu á heimskortið fyri at hava eina matstovu í Grønlandi, men tey (Michelin-fólkini, journ.) siga, at vit eru ein føroysk matstova. Vit verða ikki viðurkend fyri at vera ein matstova, sum er 100 prosent í Grønlandi, sigur høvuðskokkurin.
Hann leggur afturat, at Koks er ein grønlendsk matstova, so longi hon er í Grønlandi, og hann ivast eisini í, hvørt Michelin-fólkini hava vitjað matstovuna í Grønlandi.
– Men í og við, at vit varðveita okkara stjørnur í ár, so gangi eg út frá, at tey eru glað fyri tað, ið vit gera og at tey hava vitjað okkum her, sigur hann.
Eftir ætlan skuldi nýggj matstova byggjast við Fossdalsgjógv millum Velbastað og Syðradal. Karmarnir um nýggju matstovuna við Fossdalsgjógv vóru teknaðir, men so kom yvirfriðingarnevndin upp í leikin og kolldømdi hesa ætlanina.
Yvirfriðingarnevndin: Koks hevði verið ov stórt inntriv í økið kring Fossdalsgjógv
Ein greiður meiriluti í Yvirfriðingarnevndini staðfesti í august í fjør, at Tórshavnar kommuna ikki kundi broyta byggisamtyktina, sum er fyri Fossdalsgjógv og tískil ber ikki til hjá Gist og Vist at flyta nýggju Koks matstovuna.
Í drúgvari umrøðu í Dimmalætting í fjør kom millum annað fram, at Yvirfriðingarnevndin vitjaði fleiri ferðir økið kring Fossdalsgjógv, fyri at síggja umstøðurnar har. Í niðurstøðuni hjá Yvirfriðingarnevndini sæst at lesa, at fýra út av fimm limum vóru samdir um avgerðina, men tann eini limurin helt, at loyvi kundi gevast, og harvið broyta byggisamtyktina – undir serligum treytum. Í avgerðini verður víst á, at byggiuppskotið hjá Gist og Vist-samtakinum hevði havt við sær fleiri størri bygningar í økinum. Ætlaða virksemi hevði gjørt stórt inntriv í verandi økið og hevði havt við sær, at Fossdalsgjógv fekk eitt øðrvísini eyðkenni.
Eisini er staðfest í niðurstøðuni, at Gist og Vist kann ikki fáa frávik frá kravinum um góðkenning frá Yvirfriðingarnevndini, hvørki til størri ella minni matstovuvirksemi.
Stjórin í Gist og Vist, Johannes Jensen, hevur áður víst á, at Fossdalsgjógv er best egnaða staðið til at hýsa altjóða viðurkendu Michelin-matstovuni, Koks, grundað á millum annað frástøðuna til høvuðsstaðin og tilhoyrandi atkomumøguleikar. Heldur ikki hetta var Yvirfriðingarnevndin samd í og vísti á, at matstovan og virksemi hjá Koks ikki er knýtt til nakað ávíst stað í landinum og tískil kann staðsetast aðrastaðni enn júst við Fossdalsgjógv.
Bóndin á Velbastað fekk eiheldur viðhald frá Yvirfriðingarnevndini
Páll Djóni á Steinum, bóndi á Velbastað og festibóndi í millum annað Fossdali og Fossdalsgjógv, sum einaferð ætlaði at leggja ein køst á staðnum, sendi fyrst í 2022, sum eina síðstu roynd, eina umsókn til Yvirfriðingarnevndini, fyri at fáa Fossdal og Fossdalsgjógv friðað.
Men í avgerðini frá Yvirfriðingarnevndini, metir nevndin, at tað hvørki er søguligt ella vísindaligt grundarlag fyri, at økið við Fossdalsgjógv verður friðað. Hetta tí viðurskifti í landslagnum kring Fossdalsgjógv ikki kunnu metast at vera serstøk fyri Føroyar, og ei heldur kann metast at vera serstøk friðingarverd jarðfrøðilig fyribrigdi.
Virksemið hjá Páll Djóna á Steinum, festibónda, kann tí halda fram sum áður við økið kring Fossdalsgjógv.
– Tað kemur eingin køstur á staðnum, sum tað annars hevur verið upp á tal áður, segði festibóndin í stuttari viðmerking við Dimmalætting í fjør.