Hægsti arbeiðsloysisstuðul hækkar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Hægsti arbeiðsloysisstuðul hækkar úr 18.500 krónum upp í 21.278 krónur um mánaðin.

Tað er ein av broytingunum í uppskoti til broytingar í ALS-lógini, sum Margit Stóra, landstýriskvinna, í umhvørvismálum, hevur lagt fyri Løgtingið. Uppskotið hevur til endamáls at gera fleiri broytingar og nágreiningar í lógini.

ALS-stýrið hevur gjørt eina heildarendurskoðan av Arbeiðsloysisskipanini og hevur mælt til broytingarnar fyri at tryggja, at lógin hóskar betur til verandi viðurskifti á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Viðurskiftini í lógini verða gjørd høgligari fyri tey arbeiðsleysu, harímillum verða bíðidagarnir strikaðir og karantenurnar styttar.

Broytingarnar fevna millum annað um, at fyritíðarpensjonistar og fólk í tillagaðum starvi verða undantikin gjaldskyldu til ALS, og at hámarkið fyri arbeiðsloysisstuðul verður hækkað upp í 21.278 krónur, sum er 80 prosent av eini arbeiðaraløn.

Uppskotið gevur eisini landsstýrisfólkinum heimild at seta nærri reglur fyri ymisk viðurskifti í ALS-lógini, millum annað reglur um at halda frí við arbeiðsloysisstuðli og styttri karantenu fyri sjálvstøðug vinnurekandi.