Hava savnað staðarnøvn á Selatrað

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting


Í fýra ár hava teir tríggir, Símun Mittún, Max C. Weihe og Kári Jacobsen fingist við at skráseta staðarnøvn á almenna kortið hjá Sjóvar kommunu.

Andreas Weihe á Selatrað (1867-1946), sum bæði var bóndi, politikari og rithøvundur, hevur í bókini Tjóðminni skrivað yvir 500 staðarnøvn á Selatrað. Tað eru mest hesi nøvnini teir tríggir hava sitið við og skrásett, tikið myndir og lagt søgur afturat. Eisini hava teir skrásett ymist nýggjari.

Á kaffifundi á kommunuskrivstovuni á Strindumí gjár avhendaðu teit formliga arbeiðið til kommununa. Hans Anders Jacobsen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu, handaði teimum hvør sína gávukurv sum tøkk fyri arbeiðið.

Kommunan fegnast stórliga um, at fólk sjálvboðin taka stig til at skráseta nøvn, søgur og sagnir í okkara kommunu, so hetta kann verða varðveitt.

Staðarnøvnini síggjast á sjovar.kort.fo.

Kommunan fer seinni í summar at skipa fyri einum túri á Selatrað, har teir tríggir fara at greiða frá.