Løgtingsmaðurin Helgi Abrahamsen hevur sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í vinnumálum, ein skrivligan fyrispurning um gjøldini fyri havnaloðsingar.
Hann vil vita, hví gjøldini ikki eru broytt síðan 2013, hvussu tey samsvara við gjøld í grannalondunum, og hvussu tað ávirkar lønirnar hjá loðsunum.
Í viðmerkingunum til spurningin sigur Helgi Abrahamsen, at sambært lógini skulu gjøldini fíggja útreiðslurnar hjá kommununum, men hóast prís- og lønarvøkstur seinastu 12 árini, eru gjøldini framvegis óbroytt.
Lønin hjá loðsum er ikki knýtt at nøkrum sáttmála á arbeiðsmarknaðinum, og tí hevur tað avmarkað møguleikarnar fyri lønarvøkstri.
Helgi Abrahamsen spyr eisini, um ætlanir eru um at broyta hesi viðurskifti.