Suðuroyingar og suðuroyarpolitikkarar vóru, sum verða man sera væl nøgdir, tá ið politiska semjan um Suðuroyartunnilin varð undirskrivað í Tinganesi í morgun.
Ein sum var serliga glaður, var Hendrik Old, sum fyri júst 40 árum síðan var valdur á løgting fyri fyrstu ferð.
Tað hátíðarhelt hann við at bjóða lagkøku eftir tíðindafundin.