Herða krøvini til løðistøðir í sambandi við bygging og umvæling

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tórshavnar kommuna hevur lagt út til hoyringar uppskot um broytingar í almennu byggisamtyktini, soleiðis at krøvini til løðistøðir verða herd í sambandi við bygging og umvæling.

Uppskotið bleiv samtykt á fundi hjá Tórshavnar býráð hin 27. februar 2025.

Samtyktin snýr seg um broytingar í ásetingunum fyri parkering.

Nýggju reglunar krevja, at nýggir íbúðarbygningar við fleiri enn 10 parkeringsplássum skulu hava fyrireiking av innleggingum til øll parkeringsplássini. Tað merkir, at øll parkeringspláss skulu hava løðistøð.

Tað er eisini galdandi fyri nýggjar bygningar, sum ikki eru íbúðarbygningar, við fleiri enn 10 parkeringsplássum. Har skal setast upp minst ein løðistøð, og innleggingar skulu gerast til minst 20% av parkeringsplássunum.

Størri umbyggingar av bæði íbúðarbygningum og bygningum, sum ikki eru íbúðarbygningar, við fleiri enn 10 parkeringsplássum, skulu eisini fylgja hesum krøvum.

Íbúðarbygningar skulu hava innleggingar til øll umvældu parkeringsplássini, meðan bygningar, sum ikki eru íbúðarbygningar, skulu hava uppsetan av minst einari løðistøð og innleggingar til minst 20% av umvældu parkeringsplássunum.

Tilfar, sum lýsir uppskotið, er framlagt heimasíðuna hjá kommununi. Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast skrivliga til kommununa í seinasta lagi 21. apríl.


Uppskotið snýr seg um at broyta ásetingar fyri parkering, soleiðis at krøvini
lýst niðanfyri framyvir vera galdandi:

Slag av bygningiKrav
Nýggjur íbúðarbygningur við fleiri enn 10 parkeringsplássumFyrireiking av innleggingum til øll parkeringsplássini
Nýggjur bygningur, sum ikki er íbúðarbygningur, við fleiri enn 10 parkeringsplássumUppsetan av minst einari løðistøð og innlegging til minst 20% av parkeringsplássunum
Størri umbygging av íbúðarbygningi við fleiri enn 10 parkeringsplássumInnlegging til øll umvældu parkeringsplássini
Størri umbygging av bygningi, sum ikki er íbúðarbygningur, við fleiri enn 10 parkeringsplássumUppsetan av minst einari løðistøð og innlegging til minst 20% av umvældu parkeringsplássunum