Hervør spyr um skúlakort til læringar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, hevur sett landsstýrismanninum í barna-og útbúgvingarmálum, Djóna Nolsøe Joensen, ein skrivligan fyrispurning, um landsstýrismaðurin er sinnaður at kanna møguleikan at veita lærlingum skúlakort, og um hvussu nógv tað hevði kostað.

Hervør Pálsdóttir sigur í viðmerkingunum, at dag fáa lesandi á bæði miðnámi og hægri lestri skúlakort fyri at sleppa aftur og fram frá bústaði til lestrarpláss, meðan lærlingar ikki fáa skúlakort, men hava rætt til koyripengar. Tað kann vera ein trupulleiki, serliga fyri lærlingar undir 18 ár, sum hava útreiðslur av flutningi, men ikki møguleika til endurgjald.

Hervør Pálsdóttir vónar, at svarið frá landsstýrismanninum at fáa eina greiðari mynd av, hvussu stórur kostnaðurin hevði verið, um lærlingar fingu skúlakort. Tað kundi elvt til størri javnstøðu millum lærlingar og lesandi viðvíkjandi flutningsútreiðslum.