Høgni Hoydal á fundi í NATO-høvuðssætinum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, luttók í gjár á uttanríkisráðharrafundi í NATO-høvuðssætinum í Brússel. Á fundinum vórðu raðfestingar hjá londunum á uttanríkispolitiska økinum umrøddar, serliga við denti á trygd í norðurhøvum. Tað skrivar heimasíðan hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum.

Somu uttanríkisráðharrar og umboð fyri londini hittust í Iqaluit í Kanada í septembur, meðan verjumálaráðharrarnir umboðandi londini á norðurleiðum somuleiðis hittust í NATO-høvuðssætinum í oktobur. Í gjár luttóku uttanríkisráðharrarnir Anthony Blinken úr USA, Mélanie Joly úr Kanada, Espen Barth Eide úr Noreg, Thórdis Kolbrún Reykfjørð Gylfadóttir úr Íslandi, og Maria Malmer Stenergard úr Svøríki, meðan Danmark, Grønland og Finnland vóru umboðað á embætisstigi.

Á fundinum vísti landsstýrismaðurin á týdningin av samskipan í sambandi við millum annað nettrygd, vernd av samfelagstýðandi undirstøðukervi, umframt samstarvi millum myndugleikar í londunum í sambandi við venjingar í NATO-høpi. Hóast heimsstøðan, ið hevur elvt til tørvin á hesum økta samstarvi, er døpur, gevur hetta eisini møguleikar fyri samstørvum, ið styrkja evnini hjá Føroyum at taka lut í trygdarpolitikki beinleiðis og at røkja felags áhugamál við Norðurlond, USA og Kanada.

– Tað er umráðandi, at vit á fundum sum hesum kunnu umrøða og samskipa átøk á millum annað nettrygdarøkinum og í sambandi við samfelagstýðandi undirstøðukervi, umframt, at vit áhaldandi virka fyri styrktum myndugleikasamstarvi landanna millum í sambandi við NATO-venjingar og økta virksemið í Norðuratlantshavi og Arktis, sigur landsstýrismaðurin.

Í gjáramorgunin helt landsstýrismaðurin røðu um trygd og verju í Arktis á tiltakinum Arctic Futures Symposium, ið verður hildið á hvøjum ári í Brússel.