Høgni vil brúka spentu støðuna í Grønlandi í okkara sjálvstýrisstríði

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Komandi amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur vakt stóran áhuga kring heimin við útsøgnini um, at hann vil hava Grønland undir USA. Hann útilokar heldur ikki at brúka hervald og fíggjarligan tvingsul fyri at fáa tamarhald á Grønlandi og Panamaveitini. Trump nevndi eisini møguleikan at leggja serligan toll á danskar vørur, um tað verður neyðugt.

Ferðin hjá Donald Trump junior í Nuuk í gjár hevur gjørt støðuna enn meira spentari. Hann vitjaði privat í Nuuk í fýra til fimm tímar, heilsaði uppá Trump-fjepparar, vitjaði standmyndina av Hans Egede og gav út keppar við áskriftini Make America Great Again.

Her heima í Føroyum verður eisini fylgt væl við spentu støðuni í Grønlandi, og í gjár tosaði FM1 við Høgna Hoydal, uttanríkisráðharra, um føroysku støðuna.

Lurta eftir allari samrøðuni við Høgna Hoydal her:

Høgni Hoydal segði, at vit ikki skulu undirmeta gongdina í heiminum, har einsaræðisharrar sum Trump kubba allar skipanir og gera alt til eitt realityshow. Hann nevndi, at Trump hevur brúkt Grønland og Kanada til at markera sítt vald, og at hetta er ímóti øllum tí, vit hava lært um fólkaræði.

Høgni Hoydal metir, at Grønland hevur ein stóran møguleika at vinna sær sjálvstýri, um teir halda tunguna mitt í munninum. Hann segði, at Danmark hevur brúkt Grønland og Føroyar sum samráðingaramboð við USA, men nú tosar Trump beinleiðis við grønlendingar.

Høgni Hoydal legði dent á, at vit í Føroyum mugu duga at brúka okkara strategisku støðu til at vinna okkum sjálvræði. Føroyar eru ikki partur av amerikanska meginlandinum, men vit kunnu brúka okkara strategisku støðu í Norðurhøvum at vinna okkum sjálvræði.