

Tú lurtar eftir
Home & Away, fyrstu ferð við gesti úr Teilandi – á FM1 í dag kl. 14.00
24.04.2023Síðani 2015 hevur Stella Zachariassen verið vertur á enskari sending á FM1, sum kallast Home and Away. Í sendingunum tosar Stella sum oftast við tilflytarar um teirra lív í heimlandinum og um hvussu tað er at integrera í føroyska samfelagið. Í dag er gesturin úr Teilandi og er hetta fyrstu ferð at Stella prátar við gest úr hesum landi. Tað er Kim Thitaphorn Manochai, sum kom til Føroya sum 8 ára gomul. Lurtið við á FM1 – beinleiðis í dag kl. 14.00. Sendingin verður endursend týsdagar kl. 9.00 og leygardagar kl. 10.00 og verður eisini løgd út á heimasíðuna.
{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}