Húsasmiðir stóðu sveinaroynd á Glasi

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í seinastu viku fingu seks húsasmiðir sveinabræv á Glasi

Teir seks eru frá vinstru á felagsmyndini:

  • Heini Berglíð
  • Heini Hentze
  • Ingi Poulsen
  • Janus Brimnes
  • Petur Fróðason
  • Tijani Mohammed Yakubu

Sum siður er, so vant fyrsti sveinurin á degnum Merkið á stong. Hesa ferð var tað Heini Hentze, sum vant, við góðari hjálp frá nøkrum av floksfeløgum sínum.