Tað skuldu líkasum fleiri grundgevingar til tað politiska skiftið, eg gjørdi, enn um eg var farin í Fólkaflokkin ella Javnaðarflokkin.
Í mínari verð er eingin munur á flokkunum og á hugburði um ríkisrættarligu støðuna, í øllum føri – fyllir tann problematikkurin ikki millum hesar flokkarnar.
Sambandsflokkurin sigist vera stirvin og konservativur, tí heitið á flokkinum sigur nakað meira enn heitið á hinum flokkunum, sum við somu, um ikki politisku stevnuskrá, so sama hugburði til ríkisrættarligu støðuna, í hvussu er í praksis, ikki eru stórvegis øðrvísi.
Ella í grundini eru meira í atgerðarloysi enn Sambandið, sum roynir at minka um munin á ríkisrættarligu støðuni og tjóðskaparliga frælsinum.
At sambandið hevur fleiri rakstrarligar fyrimunir enn tjóðskaparlig afturstig – er eitt annað evni.
—
Eg hevði ta fatan, at vit ikki blivu meira sambandsk, um eg skifti flokk og at eg á henda hátt kundi parkera tjóðskaparliga frælsi og loysingarspurningin og ístaðin arbeitt við tí sum lá á láni hjá okkum, tað verið seg bæði sosial-, bústaðar-, eldra- og ungdómspolitisk viðurskifti. Eisini vinnupolitikki.
At eg eri til høgru í politikki er mítt temperament og tilgongd til arbeiði og arbeiðsumstøður og ótti fyri, at tað fer ov nógv millum skins og hold, tá tú sum almenn leiðsla ikki beinleiðis verður ávirkað av úrslitum ella avrikum og fært somu løn óansæð, – uttan mun til um nógv ella lítið kemur burturúr, um skeivt ella rætt kemur burturúr ella um tú, sum stjóri og leiðari ikki ert egnaður til ta uppgávuna, tú hevur fingið litið upp í hendur. Soleiðis tykist tað mær í almenna húsarhaldinum; bæði í umsitingum og á øðrum almennum starvsøkjum – at tað eru alt ov fá skifti í leiðslum.
At sumt av tí privata er farið at líkjast tí almenna, er bara keðiligt og ikki umboðandi tað eg hugsi um høgra/vinstra ella munin á almennum og privatum. Ein longri história.
—
Fyri at koma aftur til flokkarnar, – hugsjón, hugburð, praksis ella hjartasak, so gera flokkarnir ikki eyðsýndan mun fyri fólkið, bara politikararnir.
Og tí skilji eg ikki hesi fólkini, sum siga, “jamen, eg velji Javnaðarflokkin, tað havi eg altíð gjørt,” – tí tað er líka so diffust sum at siga seg velja Móðir Teresu, nú hon er deyð.
—
Vit hava havt møguleikar, ikki treytað av loysingini ella sambandinum ella flokspolitiskum liti – at tryggja fólki tak yvir høvdið. At tryggja eldru og øllum fjølbroytni í bústaðarmøguleikum. At tryggja minni mentum, veikum og menningartarnaðum best møguligu lívsdygd. At fingið nógv meira avkast á okkara eftirlønarkontum. Ein vinnu- og skattapolitikk, sum tók hædd fyri fólkinum og møguligum klassamuni og annað.
Hvussu hevur gingist?
Og eru tað tá tey røttu, sum umboða flokkarnar, tjóðskaparliga frælsið og loysingina, tá tey hava rátt soleiðis fyri borgum, at vælferðin er betri aðrastaðir, hóast bruttotjóðarúrslitið hjá okkum er betri pr. borgara?
Hava tey ‘fortjent’ loysingina og verður tað tá loysing vegna fólkið?
Okkurt vendir øvugt og eigur at fáa okkum at steðga á í sambandinum, arbeiða við viðurskiftunum í rættari raðfylgju og stuðla teimum politikarum, sum engagera seg og brenna vegna fólkið – Ikki treytað av loysing, sambandi ella flokki, men persónligum evnum, vilja og engagementi.
Sum kunnu verða líka góð í Sambandsflokkinum, Tjóðveldi og fyri so vítt Javnaðarflokki ella øðrum flokkum.
Henda tjóðskapar-, floks-, formans- ella persónsdyrkan, sum er í fólkinum, gevur mær líkasum eina mynd av fólki í samleikakreppu, sum hála í ein bjargingarring- ella vest, sum gevur teimum onkran politiskan og samfelagsligan samleika, onkran bólk at drekka kaffi saman við, okkurt at fylkjast um, flagga fyri ella ‘rósa’ sær av – so tey blíva bukettin, flokkurin vasin – til vatnið er so myrkt og skitið, at mesti parturin hongur við høvdinum, følnar ella doyr í elendigheitini, saman við fólkinum.
Nei, latið okkum leita eftir máli, innihaldi, dygd og úrslitum vegna fólkið alt – í hesi ótryggu tíð við exit-Føroyum hóttanum og kríggi og vandasjógvum rundan um okkum. Latið okkum ikki dyrka flokkar fyri flokkanna skyld.