Hví støðast lærarar í Føroyum og Finnlandi betri enn í hinum londunum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í sjey londum, Finnlandi, Svøríki, Noregi, Danmark, Íslandi, Estlandi og Føroyum, verður nú kannað, hvussu nýútbúnir lærarar kunnu trívast og støðast í starvinum. Tað skrivar Skúlablaðið

Verkætlanin Nordic Teacher Induction – Flourishing and Becoming skal lýsa, hví nógvir nýútbúnir lærarar í norðurlendsku londunum, uttan Føroyar og Finnland, gevast eftir fáum árum í skúlanum.

Í Noregi og Danmark gevast umleið ein fimtingur av nýútbúnu lærarunum eftir fýra árum. Mentorskipanir eru royndar, men vísa seg at ikki vera nóg mikið.

Í Føroyum og Finnlandi gevast lærarar ikki í sama mun, og tí verður kannað, hvat ger, at teir støðast. Tað snýr seg um at skapa umstøður, har lærarar kenna seg virðismettar og fáa brúkt sínar førleikar.

Granskingin fevnir um bæði tøl og søguligar greiningar og fer at taka hálvttriðja ár. Føroysku umboðini í verkætlanini eru Kalpana Vijayavarathan, dekanur á Námsvísindadeildini, Hans Harryson, námslektari og varadekanur á Námsvísindadeildini, og Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag.

Skúlablaðið skrivar, at hóast lærarar støðast væl í Føroyum, er granskingin eisini týdningarmikil her.

Tað er týdningarmikið at skilja, hvat ger, at føroyskir lærarar støðast, og hvussu vit kunnu betra um umstøður. Føroyar eru eitt av fáu londunum, har tað eru nóg mikið av lærarum til øll størv, og umsøkjarar til útbúgvingina hava ofta hægri miðaltal enn í grannalondunum.

Granskingin verður skipað í NTI-netverkinum fyri læraraútbúgvingar og lærarafeløg í Norðurlondum. Hon fær 600.000 krónur í stuðli frá Nordpluss.