Løgtingsmaðurin Helgi Abrahamsen hevur sett landsstýrismanninum í almannamálum, Eiriki í Jákupsstovu, ein skrivligan fyrispurning um støðuna hjá deyvum og tunghoyrdum í Føroyum.
Hann spyr, hvussu tey merkja í gerandisdegnum, at føroyska teknmálið er viðurkent sum móðurmál, og hvussu sparingar hava ávirkað tænasturnar, serliga teknmálstulking, gransking og menning.
Eisini verður spurt, um tað er nøktandi, at bert tveir almennir tulkar eru til taks, og um tað eru ætlanir um at bøta um støðuna. Helgi Abrahamsen vísir á, at átta ár eru liðin, síðan føroyska teknmálið varð viðurkent, men at tær væntaðu broytingarnar ikki hava sæð dagsins ljós.
Harumframt verður spurt um tilboð til tey, ið hava fingið Cochlear Implant hoyritól. Hesi tól geva deyvum og tunghoyrdum møguleika at hoyra, men krevja upplæring og endurvenjing, sum ikki verður veitt í dag. Fyrispurningurin leggur dent á, at neyðugt er at tryggja, at fólk fáa nyttu av hesum tólum.