Hans Jacob Thomsen, løgtingsmaður, vil vita, hvussu nógv verður goldið í skatti av ymiskum inntøkum í 2025 og 2015, og hvussu stóra skattalækking ella skattahæking hesar inntøkur hava fingið
Hann hevur sett ein skrivligan fyrispurning sambært § 52a í Tingskipanini. Fyrispurningurin er stílaður til Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, og viðger skattlegging av lágum inntøkum.
Hans Jacob Thomsen vil hava greiðu á, hvussu nógv í landskatti ein mánaðarlig inntøka á ávikavist 17.500 krónur, 22.500 krónur, 27.500 krónur, 32.000 krónur, 37.500 krónur, 50.000 krónur og 85.000 krónur rindaði í 2015, og hvussu nógv hesar inntøkur rinda í 2025. Hann vil eisini vita, hvussu stóra skattalækking ella skattahækking hesar inntøkur hava fingið í 2025 samanborið við 2015.
Síðan 2012 eru tríggjar broytingar gjørdar í landsskattinum, sum hava lætt um inntøkuskattin hjá fólki. Fyrsta broytingin var, tá borgarligu flokkarnir løgdu fram flatan skatt í 2012. Síðan hevur samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn tvær ferðir veitt lág- og miðalløntum eina skattalækking, fyrst í 2016 og so aftur í 2024 og 2025.
Hans Jacob Thomsen vísir á, at andstøðupolitikkarar hava á lofti, at láglønt ikki hava fingið sín part av skattalættanum. Við fyrispurningi sínum vil hann hava greiðu á hesum.