Tað krevur loyvið at gera íbúðir í bygningum av ymiskum slagi. Tað skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðuni og minnir á, at kommunan er byggimyndugleiki og skal geva loyvi til nýtslubroytingar og innrætting av búeindum.
Kommunan fegnast um, at áhugin fyri búeindum í kommununi er vaksandi. Tað er gleðiligt at síggja, at íbúðir til bæði langtíðar- og stutttíðarleigu verða innrættaðar í sethúsum, neystum og hjáhúsum.
Tó er neyðugt við byggiloyvi, áðrenn arbeiðið kann byrja, og nýtlsuloyvi skal eisini vera givið, áðrenn búeindin kann takast í brúk, sigur kommunan.
Trygd og brunakrøv, innrætting, útlufting, frárenning, vatnveiting, el- og hitaskipanir, umframt nøktandi parkeringspláss, eru millum tey krøv, ið skulu lúkast. Kommunan heitir eisini á borgarar um at vísa fyrilit fyri grannum og nærumhvørvinum, so øll kunnu trívast.
Um búeindir verða innrættaðar uttan loyvi ella ikki lúka krøvini, kann tað hava álvarsligar avleiðingar fyri tryggleikan hjá búfólki og ábyrgdina hjá eigaranum.
Klaksvíkar kommuna veitir vegleiðing til tey, ið ætla at byggja ella broyta bygningar til bústaðarnýtslu.