November er farin at halla, og tað merkir at nú fara jólaborðhaldini so smátt at byrja. Og tá eru tað mong, sum smakka sær á. Tí er aftur hóskandi at minna á, at rúsur og ferðsla hoyra ikki saman. Lat tí bilin standa, um tú skal í jólaborðhald og ætlar at smakka tær á.
Í samstarvi við Trygd og Betri trygging fremur Ráðið fyri Ferðslutrygd rúsátak, sum skal fáa okkum at steðga á, hugsa okkum um og steðga rúskoyring. Ikki bara fyri okkara egnu skyld, men tí at ein skeiv avgerð í ferðsluni kann fáa ógvusligar avleiðingar fyri onnur enn teg.
Tíverri eru ábendingar um, at tað er eitt sindur vanligari at koyra rúsaður, enn vit hava sæð seinnu árini. Ein mentan, sum mong hildu var ein farin tíð, tykist vera í vøkstri aftur. Og talið av teimum, sum verða tikin fyri rúskoyring, er vaksið nógv – serliga millum tey ungu.
Ung siga seg koyra hóast tey drekka
Í kanning, sum varð gjørd millum ung í Føroyum um teirra hugburð til rúskoyring, síggja vit, at hugburðurin tykist broyttur – í øllum førum í hesum aldursbólkinum. Meðan vit áður hava sæð ein yvirskipaðan hugburð um, at rúskoyring ikki verður góðtikin í Føroyum, eru tey ungu í hesi kanningini ikki eins avgjørd.
Orsøkirnar til at koyra rúsað/ur eru ymiskar. Onkur svarar, at tey fingu ikki fart og vildu bara sleppa heim. Onnur, at tey hugsaðu seg ikki um og fóru tí í bilin. Og summi eru farin ov skjótt í bilin aftur dagin eftir. Men tað sum gongur aftur hjá flestu teimum, sum siga at tey drekka og koyra er, at tey drekka eitt sindur, telja eindir, og meta um. Og tað kann skjótt blíva vandamikið.
Eitt glas er eitt ov nógv
Við útsøgnini ’eitt glas er eitt ov nógv’ er boðskapurin, at tær nýtist ikki at rokna, telja, ella meta um. Antin koyrir tú, ella smakkar tú tær á. Ikki bæði. Og tað eru nógvar góðar loysnir til at taka eina betri og tryggari avgerð í ferðsluni. Avtala hvør koyrir heim, áðrenn tit fara í býin. Ring eftir einum hýruvogni. Gang. Tak bussin. Og til tann, sum skal koyra heim aftaná, finnast so nógvar góðar uppskriftir til leskiligar drykkir og kokkteyls uttan alkohol. Hvat við einum Espressoskeyk, Sýrutripp, ella skal tað kanska vera ein Heilt appilsinfríur? Uppskriftir finnur tú á rff.fo
Átakið heldur fram hetta til nýggjárs og løgreglan ger rúskanningar, meðan átakið er.
Ráðið fyri Ferðslutrygd