Innkomuvegurin eitur nú Havnarvegur

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Eitt einmælt býráð í Tórshavnar kommunu samtykti í gjárkvøldið at nýggi innkoyringarvegurin til Havnar skal eita Havnarvegur.

Málið um navn til vegin byrjaði við, at tekniska umsitingin hjá kommununi bað Gøtunavnanevndina taka støðu til, um innkomuvegurin skuldi eita Innkomuvegurin, ella um aðrir navnmøguleikar vóru betur hóskandi.

Gøtunavnanevndin viðgjørdi málið tann í februar. Meirilutin í nevndini, Marjun Arge Simonsen, Ronnie Thomassen og Annfinnur Hjelm, mælti til, at vegurin skuldi eita Ytri Ringvegur, meðan minnilutin, Jógvan Arge og Marius Rein, mælti til navnið Havnarvegur.

Málið varð síðan lagt fyri Mentamálanevndina, sum í mars samtykti at taka undir við minnilutanum og beina uppskotið víðari til býráðið.

Á býráðsfundinum í gjárkvøldið varð so einmælt samtykt at vegurin skal eita Havnarvegur, og harvið er málið um navnið á nýggja innkomuvegnum frá Hvítanesi til Havnar endaliga avgreitt.